"Svartideyði" vann Wacken Metal Battle Føroyar

"Svartideyði" vann Wacken Metal Battle Føroyar
11 bólkar kappaðust. Bólkarnir fingu millum 20 og 25 minuttir á palli hvør, meðan ein dómsnevnd metti um avrikini
Bólkurin Svartideyði vann tónleikakappingina Wacken Metal battle Føroyar, sum var í Perluni fríggjakvøldið
Mynd: Olaf Olsen Music Photography  
 
19.03.2016 - 15:44

Bólkurin Svartideyði vann tónleikakappingina Wacken Metal Battle Føroyar, sum var í Perluni gjárkvøldið. 

Bólkar, sum spæla harðan tungmálsmtónleik, kappaðust.

Vinnandi bólkurin spælir Blackend Doom Metal, sigur Teitur Egholm Fossaberg. 

Anonymir tónleikarar

Hann er tann einasti, sum úttalar seg, tí limirnir í bólkinum spæla ikki bara tungmálm. Teir spæla eisini leiklutin.

Limirnir í bólkinum tosa ikki við fjølmiðlar, og teir vilja heldur ikki hava síni borgarligu nøvn fram, bara pallnøvnini, Kríggj, Pest, Hungur og Deyði. 

Góð undirtøka

Til samans 11 bólkar kappaðust. Bólkarnir fingu millum 20 og 25 minuttir á palli hvør, meðan ein dómsnevnd metti um avrikini, og hvør bólkur skuldi umboða Føroyar á tí stóra tungmálmsfestivalinum Wacken í Týsklandi seinni í ár.

Svartideyði hevur vunnið møguleikan at spæla í finaluni í Wacken í Týsklandi 4. til 6. august í ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017