Vil vita hvussu nógv hava brúk fyri hjálp

Vil vita hvussu nógv hava brúk fyri hjálp
Tingmaður hjá Miðflokkinum spyr landsstýriskvinnuna í almannamálum, hvussu nógv hava søkt um familjuískoyti
Bill Justinussen í Miðflokkinum spyr Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvussu nógv hava søkt um familjuískoyti, og hvussu nógv hava fingið játtað hetta ískoyti
 
16.03.2016 - 15:02

Bill Justinussen í Miðflokkinum spyr Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvussu nógv hava søkt um familjuískoyti, og hvussu nógv hava fingið játtað hetta ískoyti.

Bill Justinussen spyr eisini, hvussu nógv verður brúkt av samlaðu játtanini fyri 2016 til familjuískoyti.

SÍ EISINI Nú kunnu fátækar familjur søkja um stuðul

Hann sigur, at tað, sum serliga hevur áhuga, er, hvør kann fáa familjuískoyti, tí lógarteksturin er sera nágreiniligur og lutvíst torskildur.

Bill Justinussen undrast á, at myndugleikarnir kunnu koma í ta støðu at játta pening til treingjandi fólk, sum myndugleikin seinni skal krevja innaftur.

Tí má spurnartekn setast við, um tað bert er umsøkjarin, sum hevur ábyrgd, um hann av órøttum fær familjuískoyti, sigur Bill Justinussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946