Fáar kommunur hava viðurskiftini í lagi

Fáar kommunur hava viðurskiftini í lagi
Bara fýra av teimum 30 kommununum í Føroyum hava hildið tíðarfreistina, sum er ásett í frárensluvatnskunngerðini
Bara fýra av 30 kommunum hava hildið tíðarfreistina og hava fingið frárensluvatnsviðurskiftini í rættlag. Ein av kommunum er Tórshavnar kommuna, sum ikki veit, nær viðurskiftini í kommununi eru í lagi
 
11.03.2016 - 08:07

Bara fýra av 30 kommunum hava hildið tíðarfreistina og hava fingið frárensluvatnsviðurskiftini í rættlag. Tær eru Eiðis, Fámjins, Hovs og Skálavíkar kommunur.

Tað vísir uppgerð hjá Umhvørvisstovuni. Í 2009 kom kunngerðin um frárensluvatn í gildi. Kunngerðin álegði øllum kommunum at gera frárensluvatnsætlan. Arbeiðið skuldi verða liðugt í 2015.

Hóast bara fýra kommunur eru lidnar, sæst tó, at tað gongur rætta vegin hjá flest øllum kommunum. Innan fimm ár skuldi talið av kommunum, ið eru lidnar, verið komið upp á 19.

Hava ikki fíggjarligu orkuna

Tað eru nógvar ymiskar grundir til, at fleiri kommunur ikki eru lidnar enn. Hjá teimum allar flestu er grundin tvørrandi fíggjarlig orka.

Kommunurnar í Fuglafirði, Fugloy, Kunoy, Strondum, Sumba og Viðareiði siga, at frárensluviðurskiftini eru komin í rættlag í 2016.

Hvalbiar, Hvannasunds, Kvívíkar, Sunda kommunur verða lidnar í 2017 og Eystur- og Skúvoyar kommunur í 2018, Porkeris og Sands í 2020, Klaksvíkar kommuna í 2021, Húsavíkar og Nes í 2025, sum er 10 ár eftir freistina.

Fleiri kommunur seta ikki árstal á

Runavíkar kommuna fær viðurskiftini í rættlag í 2028, men hvørki Húsa, Skopunar, Sørvágs, Vestmanna, Vága, Vágs, Tvøroyrar ella Tórshavnar kommunur vita, nær teirra frárensluvatnsskipan verður liðug, skrivar Umhvørvisstovan.

Tórshavnar kommuna hevur fingið næstan allar útleiðingar í rættlag. Økini, ið eru eftir, eru flest øll projekterað, men eru ikki sett í gongd.

Orsøkin er, at kommunan ikki hevur sett nóg nógvan pening av til sum ætlað. Tað fara helst at ganga eini 10 ár, áðrenn kommunan verður liðug, upplýsir Umhvørvisstovan.

Viðurskiftini við rottangum ikki í lagi

Vestmanna, Tvøroyrar og Vágs kommunur hava gjørt lítið seinastu árini á frárensluvatnsøkinum, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni, us.fo

Sum dømi nevnir Umhvørvisstovan, at enn mangla 21 hús rottanga (spetiktanga) í Vestmanna kommunu, og í Vágs kommunu mangla umleið 40 hús rottanga.

Orsøkin er, at hesar kommunur hava raðfest onnur øki fram um frárensluvatnssøkið spillivatnsøkið, sigur Umhvørvisstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035