- Tíðindi, mentan og ítróttur
B36, HB og KÍ vunnu fyrstu dystirnar
B36, HB og KÍ vunnu fyrstu dystirnar
Havnaliðini og klaksvíkingar hava lagt fyri við sigrum í landskappingini í fótbólti, sum nú er byrjað
Mynd: Símun Christian Olsen
05.03.2016 - 19:37
Føroyameistararnir frá í fjør vunnu sannførandi 4-1 á heimavølli ímóti ÍF í Gundadali. Gestur Bogason Dam skjeyt ársins fyrsta landskappingarmál heilt tíðliga í dystinum, og 1-0 leiðslan helt sær heilt til hálvleiks. Í seinna hálvleiki økti Jógvan Skeel Nolsøe fyrst um leiðsluna til 2-0 til B36, áðrenn Bogi Reinert Petersen minkaði um munin fyri ÍF. Men stutt eftir skjeyt Jógvan Skeel Nolsøe sítt seinna mál í dystinum, og so megnaðu gestirnir úr ÍF ikki at koma nærri nøkrum stigi í Gundadali. Sigurin varð staðfestur í yvirtíðini, tá ið innskifti Sebastian Pingel skoraði til 4-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
HB fekk øll trý stigini við sær heim úr Runavík, har teir vunnu 2-1 ímóti NSÍ. Ári Mohr Olsen legði gestirnar á odda tíðliga í dystinum, og NSÍ svaraði ikki aftur fyrr enn í seinna hálvleiki, tá ið Klæmint A. Olsen javnaði fyri NSÍ. Men stutt eftir skoraði Magnus Egilsson fyri HB til 2-1, og tann støðan helt sær eisini heilt til dystarlok.
Triði dysturin í dag varð spældur við Stórá í Trongisvági, har KÍ vitjaði TB. Einsamalla málið í tí dystinum kom eftir ein hálvan tíma, tá ið Heðin Klakstein skoraði fyri KÍ. Hóast TB legði stórt trýst á KÍ-málið tað mesta av seinna hálvleiki, fingu teir ongantíð útjavnandi málið, og dysturin endaði sostatt 1-0 til KÍ.
Teir báðir seinastu dystirnir í fyrsta umfari verða spældir í morgin. Í Gøtu tekur Víkingur ímóti Skála, og á Argjum kemur B68 á vitjan hjá AB.
B36 - ÍF
1-0 Gestur Bogason Dam 7"
2-0 Jógvan Skeel Nolsøe 47"
2-1 Bogi Reinert Petersen 60"
3-1 Jógvan Skeel Nolsøe 62"
4-1 Sebastian Pingel 90"
TB - KÍ
0-1 Heðin Klakstein 30"
NSÍ - HB
0-1 Ári Mohr Olsen 9"
1-1 Klæmint A. Olsen 56"
1-2 Magnus Egilsson 63"
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV