Broytingarnar í hjúnabandslógini aftur úr nevnd

Broytingarnar í hjúnabandslógini aftur úr nevnd
Kanska koma lógarbroytingarnar, sum skulu loyva samkyndum at gifta seg og skiljast aftur, úr nevnd mikudagin
 
28.02.2016 - 12:13

Í morgin, 29. februar, eru longdu freistirnar hjá Trivnaðarnevndini og Rættarnevndini hjá løgtinginum at avgreiða ávikavist hjúnabandslógina og Rættargangslógina.

Tingfundur verður mikudagin. Trivnaðarnevndin hevur fund týsdagin.

Sum skilst fer Trivnaðarnevndin at skriva sítt álit týsdagin.  

Uppskotið, sum Trivnaðarnevndin hevur, er um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu ganga saman í borgaraligt hjúnaband.

Rættarnevndin er liðug við sína viðgerð, sigur formaðurin í nevndini, Kristin Michelsen. Og tá Trivnaðarnevndin hevur skrivað sítt álit, fer Rættarnevndini eisini at skriva álit. Tað kann vera fyri tingfundin mikudagin. 

Uppskotið, sum Rættarnevndin hevur, er um at víðka ásetingarnar í føroysku rættargangslógini um hjúnaskilnað, so lógin eisini umfatar borgaraligt hjúnalag millum tveir ella tvær.

Málini bæði hanga saman, tí sleppa samkynd at gifta seg, skulu tey eisini hava møguleikan at sleppa úr hjúnabandinum aftur. 

Tí ber illa til at samtykkja annað uppskotið og ikki hitt. 

Nevndirnar hava havt málini síðani 24. november í fjør. 

Mentanarnevndin ger ikki meira við uppskotið um at broyta lógina um brúka fólkakirkjuna, tí tær fýra løgtingskvinnurnar, sum áttu uppskotið, tóku tað aftur á tingfundinum mikudagin, tí fólkakirkjan mælti frá at fremja ætlanina, sum var, at fólkakirkjan bara kundi víga ella signa hjún ella par millum kvinnu og mann.

Vinnunevndin hevur eisini freist til í morgin at koma við sínum álit um royndaruppboðsølu av fiski. 

Nevndin bíðar enn eftir løgfrøðiligum uppriti frá Løgtingsskrivstovuni um uppboðssøluna, men uppritið er á veg, hevur formaðurin í nevndini, Bjarni Hammer, fingið at vita. Hann sigur, at Vinnunevndin fer at hava fund mikudagin.   

Spurningurin, sum nívir andstøðuna, hon hevur meirilutan í nevndini, er um reiðarar kunnu krevja landskassan eftir endurgjaldi, verða teir noyddir at keypa fisk á uppboði, sum teir meta seg longu eiga.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109