Ikki í lagi at biðja um tekningar uttan um býráðið

Ikki í lagi at biðja um tekningar uttan um býráðið
Tveir býráðslimir í Fuglafirði høvdu ikki loyvi til at bíðja um tekningar fyri býráðið, staðfestir Kommunala eftirlitið
Tveir býráðslimir í Fuglafirði høvdu ikki loyvi til at bíðja um tekningar fyri býráðið, staðfestir Kommunala eftirlitið
 
26.02.2016 - 15:39

Annar av býráðslimunum hevði heldur ikki ikki loyvi til at kalla býráðið saman at síggja tekningarnar. Hetta varð gjørt uttan um borgarstjóran, og tað er ikki í lagi, sigur Kommunala eftirlitið hjá landsstýrinum.

Sigurð Simonsen sigur, at enn hevur hann ikki sæð nakra rokning fyri skitsurnar. Men teir taka avgerðina hjá Kommunala eftirlitinum til eftirtektar, og hann og Dánjal Vang fara at rinda rokningarnar, tá tær koma.

Annars sigur Sigurð Simonsen, at teir hava ikki gjørt annað enn at fremja eina býráðssamtykt frá februar í fjør, sum borgarstjórin einki gjørdi við.

Høvdu ikki heimild at bíleggja tekningar

Sigurð Simonsen heldur, at niðurstøðan hjá Kommunala eftirlitinum dettur líka nógv aftur á borgarstjóran sjálvan, tí hann eigur at seta avgerðirnar hjá býráðnum í verk.

Soleiðis, sum málið er lýst, verður mett, at Sigurð Simonsen og Dánjal Vang ikki høvdu heimild til at biðja teknistovurnar um at gera uppskot um hugskotstekningar, og ei heldur hevði Sigurð Simonsen heimild til at kalla býráðslimir til fundar hesum viðvíkjandi.

Hetta er niðurstøðan hjá Kommunala eftirlitinum, sum hevur viðgjørt áheitanina frá Sonna á Horni, borgarstjóra í Fuglafirði, um at kanna viðurskifti í sambandi við eitt mál um íbúðarøki á vestara landinum í Fuglafirði.

Borgarstjórin visti einki

Kommunala eftirlitið verður spurt, um býráðslimir í Fuglafirði gjørdu avtalur fyri kommununa í heimildarloysi.

Sambært avgerðini hjá Kommunala eftirlitinum bóðu Sigurð Simonsen og Dánjal Vang tvær teknistovur gera hugskotsskitsur um, hvussu eitt íbúðarøki á vestara landinum í Fuglafirði kundi skipast. Borgarstjórin visti einki um hetta.

Tann 9. desember í fjør sendi Sigurð Simonsen býráðslimunum fundarboð. Fundur skuldi vera dagin eftir. Á skránni var framløga, uppskotið hjá Fuglaark um íbúðarbyggingina skuldi leggjast fram.

SÍ EISINI Kærir býráðslim til Innlendismálaráðið

Kommunala eftirlitið sigur, at borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna í kommunalu fyrisitingini. Skulu eitt nú hugskotsskitsur bíleggjast og leggjast fyri kommunustýrislimir, skal borgarstjórin standa fyri tí.

Sigurð Simonsen svaraði Kommunala eftirlitinum, at:

"orsakað av, at borgarstjórin hevur verið óvirkin í at útinna kommunustýrisins vilja í verki í hesum málinum, eins og í øðrum týðandi málum, hevur meirilutin í Fuglafjarðar kommunu heitt á meg um at útvega umrøddu tekningar.”

Skuldi verðið viðgjørt á býráðsfundi fyrst

Men hetta er ikki nóg gott sambært kommunustýrislógini, sigur eftirlitið. Rætta mannagongdin í slíkum føri, sum Sigurð Simonsen nevnir, er at viðgera støðuna á býráðsfundi.

Brúkar kommunustýri heimildina í lógini at fara uttan um borgarstjóran, um hann ikki vil gera sum meirilutin vil, skal landsstýrisfólkið í kommunumálum alt fyri eitt fáa avgerðina til staðfestingar.

Slíkar avgerðir hjá kommunustýrum fáa ikki rættargildi, fyrr at landsstýrisfólkið hevur staðfest hana, staðfestir Kommunala eftirlitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109