Elvis fær nú egið fjepparafelag í Føroyum

Elvis fær nú egið fjepparafelag í Føroyum
Føroyingar, ið elska Elvis, kunnu nú gleðast saman. Eitt alment Elvis-fjepparafelag varð stovnað hóskvøldið
Fleiri enn 400 almenn Elvis-fjepparafeløg eru í heiminum. Eitt føroyskt felag varð stovnað hóskvøldið
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
26.02.2016 - 08:54

Tey eru fleiri hundrað í tali - Elvis-fjepparafeløgini, sum eru ymsastaðni í heiminum. Og nú er eisini eitt alment fjepparafelag komið í Føroyum.

Hóskvøldið hevði felagið Elvis Presley Faroe Islands - fanclub stovnandi aðalfund í Klaksvík, sigur fjepparafelagið á almennu facebook-síðuni..

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Elvis fingið føroyskt fjepparafelagHóskvøldið kl. 21:00 varð Elvis Presley Faroe Islands sett á stovn í Atlantis...

Posted by Elvis Presley Faroe Islands - fanclub on 26. februar 2016

"Endamál felagsins er at minnast ELVIS PRESLEY og tann týdning, hann hevði og hevur fyri ta tónleikakollvelting, sum var í 50'unum og 60'unum," stendur í reglugerðini fyri felagið.

Ætlanin er at skipa fyri ferðum til Graceland og Elvis-tiltøkum annaðhvørt ár, stendur eisini í reglugerðini hjá Elvis Presley Faroe Islands - fanclub.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017