- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málsøkið yvirtikið í 2018
Miðað verður eftir at leggja lógaruppskotið um yvirtøkuna fyri Løgtingið á ólavsøku í ár. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Trivnaðarnevndina hjá Løgtinginum.
Sirið Stenberg sigur, at fyrireikingarnar til yvirtøkuna eru byrjaðar. Samráðingar eru á embætisstigi í løtuni.
SÍ EISINI Miða eftir at yvirtaka familjurætt sum skjótast
Miðað verður eftir, at tær samráðingarnar eru lidnar fyri 1. juli. Men torført er at meta um, nær føroysk lóggáva um økið verður klár.
Tað fer væntandi at taka rúma tíð at gera føroyskar lógir um millum annað hjúnaband, foreldramyndugleika og samveru, arv, fosturtøku og sterilisatión og kastratión, sigur landsstýriskvinnan.
Til føroysku lógirnar eru komnar, vera donsku lógirnar, sum nú eru, framvegis galdandi.