ES verður kunnað um fiskivinnupolitikkin

bannari
ES verður kunnað um fiskivinnupolitikkin
Seinnapartin fer Høgni Hoydal at hava framløgu í ES-høvuðsborgini í Brússel um føroyska fiskivinnupolitikkin og støðu Føroya sum fiskivinnutjóð
 
25.02.2016 - 11:39

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer eisini at kunna ES-fólk og onnur um arbeiðsbólkin, sum skal gera uppskot um fiskivinnunýskipan.

Harumframt fer Høgni Hoydal at kunna um føroysku sjónarmiðini um strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft, norðhavssild og makrel.

Hetta verður gjørt á almennum tiltaki, sum Sendistova Føroya í ES skipar fyri. Í morgin fer Høgni Hoydal á fund við Karmenu Vella, fiskivinnukommisser hjá ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109