- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingsfólk fáa egin parkeringspláss
Løgtingsfólk fáa egin parkeringspláss
Skjótt fara løgtingsfólk at sleppa undan at skulu út hvønn tíma at flyta P-skivuna ella bilin
Mynd: kortal.fo
24.02.2016 - 15:10
Løgtingið fer at leiga 22 bilpláss frá Ebenezer fyri 160.000 krónur um árið. Hetta er ein avtala, sum undanfarni formansskapur gjørdi.
Avtalan verður framd í verki so skjótt sum tingfólkini hava fingið lykil til bummin fyri innkoyringina til bilplássið. Avtalan millum Løgtingið og Ebenezer er galdandi til 1. januar í 2020.
Bilplássini aftan fyri Ebenezer eru bara ætlað løgtingsfólkum, men starvsfólk hjá Løgtinginum fara at kunna brúka tey, tá tingfundur ikki er, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV