Donald Trump vann stórsigur í South Carolina

Donald Trump vann stórsigur í South Carolina
Donald Trump setti sínar kappingarneytar so dyggiliga upp á pláss í nátt, tá hann vann undanvalið í statinum South Carolina
 
21.02.2016 - 10:25

Í stríðnum um at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum setti Donald Trump sínar kappingarneytar so dyggiliga upp á pláss í nátt, tá hann vann undanvalið í statinum South Carolina. Tá bara trý prosent av atkvøðunum vóru tald, staðfestu amerikanskir fjølmiðlar, at Trump longu hevði vunnið so sannførandi, at hann fór ikki at verða tikin.

Donald Trump fekk 32,5 prosent av atkvøðunum, næstir honum vóru Marco Rubio og Ted Cruz við hvør sínum 22,5 prosentum. Valið í South Carolina í nátt var ein stórur ósigur hjá Jeb Bush, sum eisini hevði ætlað sær at verða valevnið hjá republikanarunum, men hann hevur nú givið skarvin yvir og gevst í hesum stríðnum.

Meðan republikanararnir atkvøddu í South Carolina, vóru demokratarnir í Nevada. Har vann Hillary Clinton á Bernie Sanders. Men hóast Bernie Sanders var aftan fyri Hillary Clinton, gav valið í gjár Sanders blóð upp á tonna, tí fleiri høvdu spátt, at Hillary Clinton fór at fáa nógv flestar atkvøður, men munurin millum Clinton og Sanders er minni, enn roknað varð við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109