- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tekniski skúlin í Klaksvík nútímansgerast
Av hesum skulu 15 milliónir verða til amboð og útgerð. Bjørn Kalsø vísir á, at nú Tekniski skúli í Havn verður partur av nýggja skúladeplinum í Marknagili, Glasi, er peningur eisini settur av til útgerð og amboð til nýggja skúlan.
Verkstøðini á Tekniska skúla í Klaksvík eru bygd seinast í áttatiárunum. Menningin í handverksyrkinum hevur verið stór, og tí er neyðugt javnan at dagføra útgerð, amboð og hølisumstøður, so frálæra kann verða veitt á nútímans stigi.
Uppskotið tekur eisini støði í, at bæði Løgtingið og landsstýrið vilja raðfesta yrkisútbúgvingar, sigur Bjørn Kalsø. Hann skjýtur upp at játta tær 27 milliónir krónurnar í trý ár, í 2017, 2918 og 2019, níggju milliónir á hvørjum ári.