- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingskvinna: Djóraverndarlógin má dagførast
- Lógin er ótíðarhóskandi og verjir ikki dýr nóg væl, og myndugleikar og onnur fáa ikki gjørt stórvegis við mál um vanrøkt, tí heimildir vanta í djóraverndarlógini, ella í aðrari lóggávu, sigur Sonja Jógvansdóttir í viðmerkingunum til uppskotið.
Sonja Jógvansdóttir skjýtur upp fyri tinginum at seta eina nevnd at endurskoða djóraverndarlógina. Hon mælir til, at nevndin, sum verður sett, skal vera liðug við arbeiðið í november.
Faklig nevnd skal endurskoða lógina
- Djóraverndarfelagið og onnur, sum varða av dýrum, hava fleiri ferðir víst á, at galdandi lóggáva er ov avmarkað, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon mælir til, at nevndin, ið skal endurskoða djóraverndarlógina, verður mannað við løgfrøðiligum kunnleika, landsdjóralæknanum, umboði fyri privatu djóralæknarnar og tveimum umboðum fyri Djóraverdarfelagið.
- Ofta ber illa til hjá myndugleikunum at reisa mál ella fara víðari við málum, har illgruni er um vanrøkt, tí heimildir vanta, sigur Sonja Jógvansdóttir.