Eivør fær starvsløn í trý ár

Eivør fær starvsløn í trý ár
Mentanargrunnur Landsins hevur gjørt av at lata Eivør Pálsdóttir, songkvinnu, starvsløn í trý ár úr grunninum
Eivør Pálsdóttir fær starvsløn úr Mentanargrunni Landsins í trý ár, upplýsir grunnurin í tíðindaskrivi
 
19.02.2016 - 11:21

Eivør Pálsdóttir fær nú høvið at savna seg um tónleikin. Mentanargrunnur Landsins letur Eivør Pálsdóttir starvsløn í trý ár.

SÍ EISINI Sí allan listan: Hesi fáa starvsløn

Tað hevur grunnurin júst kunngjørt í tíðindaskrivi, har tað verður kunngjørt, hvussu grunnurin letur stuðul til listaligt og mentanarligt virksemi í 2016.

Seks ár síðani seinast

Tað er ikki á hvørjum degi - og heldur ikki hvørjum ári - at Mentanargrunnur Landsins letur starvslønir í trý ár til mentanarligt ella listaligt virksemi.

Seinast, Mentanargrunnur Landsins læt starvsløn í trý ár, var í 2010. Tá fekk Tróndur Bogason, tónaskald, starvsløn úr grunninum í trý ár.

Til samans høvdu 107 fólk søkt um stuðul úr Mentanargrunni Landsins í ár. Grunnurin játtaði 33 umsóknum stuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017