Vápnahvíld í Sýria í næstu viku

Vápnahvíld í Sýria í næstu viku
Avtalan fevnir um stjórnarherin hjá Assad og uppreistrarbólkarnar í landinum
Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, í miðjuni, sigur, at avtalan um vápnavíld í Sýria er framsøkin
Mynd: DR  
 
12.02.2016 - 11:13

Á fundi í Týsklandi í gjár vórðu heimsins stórveldi samd um, at vápnahvíld eigur at verða fingin í lag í Sýria um eina viku.

Vápnahvíldin er tó bara galdandi fyri stjórnarherin hjá Assad og uppreistrarbólkar í landinum. Altjóða stríðið móti Islamskum Stati og al-Nursa-bólkinum fer at halda fram.

Vápnahvíldin kemur í lag eftir, at stjórnardeildir við stuðli frá Russlandi hava bumbað Aleppo-landslutin har norðuri í Sýria, har uppreistrarbólkar valda í løtuni.

Nýkyknaða stríðið hevur rikið eini 100.000 fólk frá húsi og heimi og hevur forðað fyri, at tey neyðstøddu fáa vatn, mat og heilivág.

Framsøkin avtala

Eftir fundin í gjár viðgekk amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, at avtalan um vápnahvíld kanska er í so framsøkin, men hann segði seg vænta, at partarnir fara at virða avtaluna:

- Nú eru vit á einum máli um semjuna, so næstu dagarnar fáa vit at síggja, um hon fer at síggjast aftur í Sýria, segði John Kerry við BBC.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, var eisini á fundinum og segði, at nógv var komið burturúr, hóast hann ikki vildi veita endaliga vissu fyri, at landið fór at gevast við øllum bumbuálopunum, tí – segði hann – Russland berjist eisini móti illviljaðum yvirgangskroppum.

Bæði Reyði Krossur og ST fegnast um úrslitið av fundinum í gjár, tí greitt er, at nú sleppur neyðhjálp aftur til teirra, sum hava brúk fyri henni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342