- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kári spyr um skipasølur og fiskiloyvi
Kári P. Højgaard í Nýggjum Sjálvstýri hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni, fyrispurningar um sølu av fiskiskipum og loyvum.
Hann spyr, hví Asbjørn Senior fyrst fekk noktað fiskiloyvi, tí ov stórur útlendskur ognarlutur var uppií, men fáar dagar seinni kortini fekk loyvi útskrivað.
Kári P. Højgaard vil eisini hava Høgna Hoydal at greina søluna, sum Kringvarpið bar tíðindini um, har fiskiskip vórðu keypt og seld fyri tvísifraða milliónaupphædd millum feløg, sum hava somu eigarar.
Og tingmaðurin hjá Nýggjum Sjálvstýri vil eisini hava at vita, hvørjar ítøkiligar ætlanir, landsstýrismaðurin hevur at steðga keyp og sølu av fiskiloyvum, sum verða seld víðari.
Mong undrast
Kári P. Højgaard sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at mong undrast og spyrja, tá tíðindi berast í fjølmiðlunum um stórar skipasølur millum feløg við somu eigurin.
Hann sigur, at tá eitt skip verður keypt, og keypið verður fíggjað við nærum 100 prosentum í lánspeningi, kann av røttum verða spurt, um tað ikki er lánspeningurin, sum stýrir og hevur avgerðarrættin.
Nógv hevur verið tosað um fult gjøgnumskygni og klokkuklárar mannagongdir, og at sínámillum keyp og søla av fiskiloyvum skuldi steðgast beinan vegin.
Men higartil røkist einki fyri, at hesar ætlanir gerast veruleiki, sigur Kári P. Højgaard.