Herovasti í Norðurkorea avrættaður

Herovasti í Norðurkorea avrættaður
Norðurkorea hevur avrættað herstjóran í landinum, Ri Yong-gil, vilja suðurkoreanskir miðlar vera við
Fráboðanin um at ein herovasti í Norðurkorea er avrættaður kemur bara fáar dagar eftir, at landið skeyt eina langtberandi rakett út um vikuskiftið
 
11.02.2016 - 08:10

Ri-generalur er tann seinasti í røðini av høgum embætisfólki í Norðurkorea, sum eru avrættað, síðan Kim Jong-un tók við eftir pápa sín, Kim Jong-il, fyri trimum árum síðan.

Sambært BBC varð Ri-generalur dripin fyri at hava mutrað og at elva til sundurlyndi í kommunistiska stjórnarflokkinum.

SÍ EISINI Norðurkorea skotið rakett út hóast ávaringar

Fráboðanin, um at herstjórin í Norðurkorea er avrættaður, kemur bara fáar dagar eftir, at landið skeyt eina langtrøkkandi rakett, ið helst er ætlað til hernaðarlig endamál - til dømis kjarnorkubumbur - út.

Eygleiðarar vilja vera við, at harðligu avgerðirnar hjá Norðurkorea í seinastuni eru ein roynd hjá Kim Jong-un at vísa seg sum ein bersøgnan og sterkan einaræðisharra, ið ikki letur seg trýsta - hvørki uttaneftir ella innanífrá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342