- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin borgarafundur um útfylling
Í seinasta lagi 15. februar skuldi kunnandi borgarafundur vera í Fuglfirði um ætlanina at leggja grót í fjøruna vestanfyri.
Tað samtykti býráðið 10. desember í fjør. Men borgarafundurin verður neyvan í hesari vikuni ella mánadagin, sum er 15.
Málið ikki búgvið enn
Málið er rætt og slætt ikki búgvið at leggja fram á borgarafundi, sigur Sigurð Simonsen, sum er í meirilutanum í býráðnum í Fuglafirði.
Hann sigur, at bíðað verður eftir svari frá Kommunala eftirlitinum, sum viðger kæru um Sigurð Simonsen.
Borgarstjórin, Sonni á Horni, kærdi, tí Sigurð Simonsen fyri meirilutan bað um tekningar av útfyllingina og hvat hon skal brúkast til.
SÍ EISINI Savna undirskriftir móti útfylling
Hetta hevur hann ikki heimild til at gera uttan um borgarstjóran og fyrisitingina hjá kommununi, heldur borgarstjórin.
Harafturat er Umhvørvisstovan komin uppí og vísir til havumhvørvislógina, nú ætlanin er at leggja grót á sjógv. Nógvir fuglfirðingar mótmæla ætlanini at leggja grót í fjøruna vestanfyri, tí íbúðir skulu byggjast har.
Tí varð samtykt á fundinum í býráðnum 10. desember, at áðrenn útfyllingin byrjar, skal málið lýsast betur og leggjast fyri kunnandi borgarafund, sum í seinasta lagi skal vera 15. februar í ár.
SÍ EISINI Kærir býráðslim til Innlendismálaráðið
Sum støðan er, vil meirilutin í býráðnum ikki hava fundin, fyrr enn málið er búgvið at leggja fyri borgarafund, og tað er tað ikki enn, sigur Sigurð Simonsen.
Sonni á Horni, borgarstjóri, sigur, at býráðið skal boða til borgarafundar, og hann fær ikki rættiliga gjørt nakað, um meirilutin í býráðnum ikki vil.
Sonni á Horni vil hava tilfarið, sum kunnast skal um á borgarafundinum, almannakunngjørt nakrar dagar frammanundan, so fólk vita, hvat tey fara á fund um.