Spyr landsstýriskvinnuna um støðuna á Eirargarði

Spyr landsstýriskvinnuna um støðuna á Eirargarði
Støðan á Eirargarði í Havn endar nú í Løgtinginum. Løgtingskvinna vil hava landsstýriskvinnuna at svara skrivligum fyrispurningi
Løgtingskvinna vil nú hava landsstýriskvinnuna í almannamálum at svara einum skrivligum fyrispurningi um støðuna á Eirargarði
 
05.02.2016 - 10:48

Elsebeth Mecedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum hevur boðað frá einum skrivligum fyrispurningi til Eyðgunn Samuelsen, landsstyriskvinnu í almannamálum.

Elsebeth Mecedis Gunnleygsdóttir spyr, hvør hevur ábyrgdina av Eirargarði 14 og 16, og visti avvarðandi myndugleiki, hvørjum standi húsini vóru í, tá búfólkini vórðu flutt.

SÍ EISINI Búfólk flyta undan vánaligari inniluft

Búfólkini á Eirargarði vórðu herfyri flutt í bráðskundi úr Eirargarði 16 í nummar 14, tí blámusoppur varð staðfestur.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spyr eisini Eyðgunn Samuelsen, um hølini, sum búfólkini nú eru flutt í, hóska til tørvin hjá teimum, og er Eirargarður 14 í betri standi enn nummar 16, sum tey eru flutt úr.

Sambært starvsfólki á stovninum var henda flytingin at fara úr øskuni í eldin, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í viðmerkingunum til fyrispurningin. Løgtingið fer á einum seinni fundi at taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109