Skjótt kanst tú ikki keypa hesi í Føroyum

Skjótt kanst tú ikki keypa hesi í Føroyum
Tey finnast í nógvum føroyskum heimum, eyðkendu Tupperware-íløtini. Fyrst í februar fert tú ikki at kunna keypa tey í Føroyum longur
Frá í næstu viku fert tú ikki longur at kunna keypa eyðkendu Tupperware-íløtini, ið standa í nógvum føroyskum heimum. Tupperware í Føroyum fer í søguna
Mynd: tupperware.dk  
 
26.01.2016 - 18:42

Um eina viku, fyrst í februar, fer Tupperware í Føroyum í søguna. Tað vil siga, at sonevnd heimaparty og søla av Tupperware-vørunum í Føroyum steðgar.

Orsøkin er broytingar, sum leiðslan í Tupperware Nordic í Danmark hevur samtykt at gera í Føroyum. Tað merkir millum annað, at umsitingin av sølu og vørum í Føroyum verður flutt til Danmarkar.

Seljarar góðtaka ikki avgerðina

Seljararnir hjá Tupperware í Føroyum vilja ikki góðtaka avgerðina, tí hon fer at gera tænastuna til kundarnar verri. Harumframt ger hon inntøkumøguleikarnar hjá seljarunum so nógv verri.

Tað fer als ikki at loysa seg at selja Tupperware her á landi. Tí hava allir seljararnir gjørt av at gevast. Føroysku umboðini hjá Tupperware eru sera misnøgd við, at teir ikki eru hoyrdir í málinum, sum hevur verið á veg í umleið eitt hálvt ár.

Seljararnir hava gjørt leiðsluna í Tupperware Nordic varuga við, at hesar broytingarnar, sum nú verða settar í verk, eru royndar áður, og tá var um reppið, at sølan í Føroyum fekk mønustingin.

Tupperware selt í Føroyum í 50 ár

Sølan fótaði sær tó, tí farið varð aftur til gomlu skipanina. Tupperware kom til Føroya í 60-unum og hevur tí verið her í umleið 50 ár.

Undirtøkan hevur verið rættiliga góð, og lutfalsliga hevur sølan í Føroyum verið væl hægri, enn hon er í Danmark. Tað er miðalsølan fyri hvørt sonevnt party eitt dømi um.

Í fjør var miðalsølan í Danmark fyri hvørt einstakt heimaparty undir 4.000 krónur meðan hon í Føroyum var oman fyri 6.000 krónur.

Harmast avgerðina

- Vit eru øgiliga kedd av støðuni, sum er íkomin, og vit hava roynt at gera tað, vit kunnu, fyri at fáa tey at broyta avgerðina. Men tað vilja tey ikki, og so er ikki meira at gera hjá okkum, sigur Annika Juul.

Annika Juul hevur havt ábyrgdina av Tupperware í Føroyum seinastu níggju árini. Hon dugur ikki at siga, um Tupperware verður aftur at fáa í Føroyum.

- Sum støðan er í løtuni dugi eg ikki at síggja tað henda, tíverri. Vil leiðslan í Danmark fara aftur til gomlu skipanina, letur tað seg sjálvandi gera, men sum støðan er í løtuni eru eingi útlit fyri tí, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878