Kringvarpsgjaldið broytt

Kringvarpsgjaldið broytt
Kringvarpsgjaldið verður nú kravt inn sum til dømis heilsutrygdargjaldið. TAKS krevur gjaldið inn
Fra 1. januar er TAKS farið at krevja inn kringvarpsgjaldið á sama hátt sum til dømis gjaldið til Heilsutrygd
 
22.01.2016 - 08:14

Sambært lógini skulu allir persónar, sum eru millum 24 og 66 ár, rinda 150 krónur um mánaðin í kringvarpsgjaldi. Tey, sum eru 67 ár og eldri, rinda 50 krónur um mánaðin.

Men tey, sum eru 23 ár og yngri, rinda einki kringvarpsgjald. Tað er bara fólk við skattskyldu í Føroyum, sum rinda kringvarpsgjald.

Lesandi, ið búgva uttanlands, men sum hava varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum, rinda einki kringvarpsgjald.

Arbeiðspláss gjalda eftir lønarútreiðslum

Hjá teimum, sum hava A-inntøku, verur kringvarpsgjaldið kravt inn sum skattur, heilsutrygd og onnur gjøld. Hjá lesandi, sum fáa lestrarstuðul í Føroyum, verður gjaldið drigið av lestrarstuðlinum.

Tey, sum ikki hava A-inntøku, fáa rokning sendandi hvønn mánað. Feløg, virkir, kommunalir og almennir stovnar rinda eitt árligt gjald, sum er ásett eftir, hvussu stórar lønarútreiðslurnar eru.

Eru lønarútreiðslurnar t.d. millum 100.000 og 500.000 kr., er kringvarpgjaldið 2.000 krónur um árið. Men eru lønarúteiðslurnar 10 milliónir krónur um árið, skulu rindast 12.000 krónur í kringvarpsgjaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878