- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stovnaði The Eagles: Glenn Frey deyður
Glenn Frey, ein av stovnarunum í The Eagles, og eisini ein tann størsti sangskrivarin í 70'unum, er deyður, upplýsti bólkurin á sosialu miðlunum mánakvøldið.
- Orð kunnu hvørki lýsa sorgina, kærleikan ella virðingina fyri alt, hann hevur givið okkum, sigur bólkurin millum annað í almennu fráboðanini.
Greinin heldur fram niðanfyri
It is with the heaviest of hearts that we announce the passing of our comrade, Eagles founder, Glenn Frey, in New York...
Posted by Eagles on 18. Januar 2016
Glenn Frey var ein av upprunalimunum í rokktónleikabólkinum, The Eagles. Hann skrivaði - ella hjálpti til at skriva - fleiri av best umtóktu sangunum hjá amerikanska bólkinum.
Millum annað nakrar av kendastu Eagles-sangunum, »Take It Easy«, »Lyin' Eyes«, »Heartache Tonight«, »Hotel California« og »Desperado«.
Greinin heldur fram niðanfyri
Tónleikabólkurin er ein av teimum best umtóktu í heiminum nakrantíð. Til samans hevur bólkurin, The Eagles, selt umleið 150 milliónir eintøk av útgávunum.
The Eagles góvust í 1980, men fóru at spæla saman aftur 14 ár seinni. Bólkurin hevur í fleiri umførum verið á konsertferð í Evropa.
Takk fyri tónleikin ♫
Posted by Kringvarp Føroya on 19. Januar 2016