- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serbiskur miðvallari til KÍ
Serbiskur miðvallari til KÍ
Semir Hadzibulic hevur skrivað sáttmála við KÍ.
17.01.2016 - 21:32
KÍ hevur í dag skrivað undir sáttmála við 29 ára gamla Semir Hadzibulic fyri komandi kappingarár, tað skrivar felagið á heimasíðuni.
KÍ skrivar, at hann hevur spælt í bestu deildunum í millum annað Serbia, Georgia og Albania.
Hadzibulic er 180 cm høgur og verður lýstur sum ein balansuspælari á miðvøllinum við góðum tekniskum førleikum.
Nýggi verjuleikarin hjá KÍ, Ahmed Mujdragic og Semir Hadzibulic kennast væl og eru báðir uppvaksnir í býnum Novi Pazar í Serbia, har teir eisini hava spælt fyri barndómsfelagið FK Novi Pazar, skrivar KÍ.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV