- Tíðindi, mentan og ítróttur
Madrid feløg fingið harða revsing
Real Madrid er kent fyri at keypa teir bestu fótbóltsspælararnar í heiminum.
Men um spanska kongafelagið hevur ætlanir um tað, skal tað skunda sær.
Bæði Real Madrid og Atletico Madrid hava fingið forboð frá FIFA at keypa spælarar.
Forboðið er galdandi frá í summar, og tað fevnir um átjan mánaðir. Sostatt kunnu tey bæði feløgini keypa leikarar í hesum januar flytingarglugganum.
Orsøkin til revsingina er, at bæði feløgin ikki hava hildið reglurnar, tá tey hava knýtt spælarar, sum eru undir 18 ár at felagnum.
Bæði feløgini hava eisini fingið bót frá FIFA. Atletico Madrid skal gjalda seks milliónir og Real Madrid tríggjar milliónir krónur.
Feløgini sleppa at keypa spælarar aftur, tá ið komið er fram til summarið í 2017.