Kristel Lisberg er við í Melodi Grand Prix

Kristel Lisberg er við í Melodi Grand Prix
Føroyski sangarin er millum teir tíggju luttakararnar, sum kappast um at syngja besta sang í donsku sangkappingini, Melodi Grand Prix
Føroyska Kristel Lisberg er við í Melodi Grand Prix, ið verður um ein slakan mánað
 
10.01.2016 - 17:17

Í næsta mánaði verður danska Melodi Grand Prix, og sum vant – freistast ein til at siga – er ein føroyingur við.

Kristel Lisberg verður millum teir tíggju sangararnir, ið skulu kappast um besta danska sangin. Tað var annars ikki ætlanin, at luttakaralistin skuldi vera almennur enn.

Sangirnir komu á Spotify av misgáum

Men í dag endaðu allir 10 sangirnir á online-tónleikatænastuni Spotify. Har í millum sangurin, Who Needs A Heart, ið Kristel Lisberg syngur.

- Tað er sjálvandi keðiligt, at sangirnir eru komnir út áðrenn ætlan, men tað broytir ikki, at vit hava eina søguliga góða uppstilling til Melodi Grans Prix 2016, sigur Jan Lagnermand Lundme, undirhaldsstjóri hjá DR við Danmarks Radio.

Hesa ferð verður danska sangkappingin hildin í Forum Horsens. Vinnarin 13. februar skal dystast í evropeiska Eurovision Song Contest, sum verður hildin 10., 12. og 14. mai í Stokkhólmi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095