Oljuprísurin farin illa við felagnum

Oljuprísurin farin illa við felagnum
Lági oljuprísurin er farin illa við Atlanic Petroleum, ið síðani 17. desember í fjør hevur verið undir serligum eftirliti í keypsskálanum í Oslo
 
08.01.2016 - 08:05

Atlantic Petroleum fekk 471.000 tunnur av olju í sín part í fjør. Tað eru knappliga 75 milliónir litrar. Í desember í fjør var framleiðslan bara 25.000 tunnur.

Lági oljuprísurin er farin illa við oljufelagnum Atlanic Petroleum, ið roynir at bjarga sær undan at koma undir umsiting.

Undir serligum eftirliti

Síðani 17. desember í fjør hevur felagið verið undir serligum eftirliti í keypsskálanum í Oslo, har sum felagið er skrásett.

Roknskapurin hjá Atlantic Petroleum fyri 2015 verður kunngjørdur 22. mars, og aðalfundurin verður 19. apríl.

Í gjár kostaði partabrævið í Atlantic Petroleum 6,75 danskar krónur í keypsskálanum í Keypmannahavn, og 6,60 norskar, sum eru 5,08 danskar, í keypsskálanum í Oslo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389