Seta kanska forboð í gildi

Seta kanska forboð í gildi
Fiskimálaráðharrin í Noregi umhugsar at banna alarum at brúka heilivág ímóti laksalús, tí heilivágurin er so vandamikil fyri umhvørvið
Samansetingin av tveimum evnum fyri laksalús er eftir øllum at døma meira vandamikið fyri umhvørvið. Nú umhugsar norski fiskimálaráðharrin at nokta alarunum at brúka evnini
 
15.12.2015 - 11:24

Samansetingin av tveimum evnum fyri laksalús er eftir øllum at døma meira vandamikið fyri umhvørvið, og nú umhugsar norski fiskimálaráðharrin at nokta alarunum at brúka evnini.

Ein kanning sum er gjørd á universitetinum í Bergen, vísir, at evnini, azamethipos og deltamethrin, eru vandamiklari saman enn hvørt sær.

Kanningin vísir, at upp til helvtin av rækjunum sum eru í økjunum, har evnini verða nýtt saman, doyggja, og tað sama er galdandi, tá hydrogenperoksid verður nýtt.

Alivinnan er ivasom

Nú umhugsar norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, at seta forboð fyri at nýta evnini, til neyvari kanningar eru gjørdar av skaðiligu árinunum. Hon fer væntandi at taka avgerðina í apríl.

- Vit mugu ansa eftir, ikki at arbeiða við evnum, sum vit ikki kenna ávirkanina av, sigur norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker.

Norska alivinnan er ivasom, tí hon væntar felli í alivinnuni av laksalús, um forboð verður sett fyri at nýta hesi evnini ímóti laksalúsini.

Nýtslan vaksin nógv

Í Noreg kunnu evnini nýtast hvørt sær, og tí eru ikki neyvar kanningar, sum vísa, hvussu evnini virka tá tey verða nýtt saman. Og tað er heldur ikki loyvt at nýta evnini saman.

Í fjør nýtti norska alivinnan 31.000 tons av evninum, hydrogenperoxid, fýra ferðir meir enn árið fyri. Elisabeth Aspaker vísir á, at norks alivinnan er vaksin skjótt, og harvið nýtslan av vandamiklu evnunum.

Tað hevur við sær, at vandamiklu evnini í størri mun finnast í náttúruni, og tí mugu gera neyvar kanningar so skjótt sum gjørligt, sigur norski fiskimálaráðharrin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109