- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimurin samtykt nýggja veðurlagsavtalu
195 lond samtyktu ígjár avtaluna á veðurlagsfundinum í Paris.
- Eg síggi einki mótmæli. Avtalan er samtykt, segði formaðurin á toppfundinum, franski uttanríkisráðharrin, Laurent Fabius, meðan fagnaðarróp og lógvabrestir rungaðu í salinum, tá hann dukar grøna COP21-hamaran í borðið.
- Tað kann gott vera, at hetta er ein lítil hamari, men hann kann útinna stór ting, segði Laurent Fabius.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, og fyrrverandi varaforsetin, Al Gore, kinesiski samráðingarleiðarin, Xie Zhenhua, ES-verðurlagskommisserurin, Miguel Arias Canete og nógv onnur hálsfevndust og klappaðu hvør øðrum á herðarnar, men blitsini frá myndatólunum eru sum snarljós.
Verður sett í gildi í 2020
Verðurlagsavtalan, sum verður sett í gildi í 2020, skal halda hitavøksturin niðanfyri tvey stig, samanborið við stigið hjá ídnaðinum fyrr, og skal miða eftir at avmarka vøksturin til hálvt-annað-stig.
Heimsins lond eru samd um verðurlagsavtaluna, samstundis sum at 2015 helst verður heitasta árið, sum nakrantíð er mátað á jørðini.
Pólarnir bráðna, meiri skerpingur, fleiri vatnflóðir og hægri vatnstøða eru nøkur boð frá vísindafólkum um framtíðina, um ikki vit minka um útlátið av veðurlagsgassum.
ES fagnar avtaluni
John Kerry rósti, í talu síni á veðurlagsráðstevnuni, nýggju avtaluni og segði tað verða stórsigur fyri alla planetina og fyri komandi ættarlið. Eisini ES-verðurlagskommisserurin hevur nógv lovorð.
- Í avtaluni eru allir seymir og skrúvur, sum skulu brúkast í einum aftursvari til størstu avbjóðinga hjá mannaættini, sigur Miguel Arias Canete.
Eisini høvuðssamráðingarleiðarin fyri Kina, sum hevur heimins størsta CO2-útlát, fegnast um veðurlagsavtaluna.
- Paris-avtalan endurspeglar klókskap og at samráðingarleiðararnir hava arbeitt hart, og avtalan verður til gagns fyri alt fólkið, sigur Xie Zhenhua.
ST-aðalskrivarin legði trýst á
Franski uttanríkisráðharrin og formaður á toppfundinum segði innan avtalan varð samtykt, at søguliga ábyrgdin var risastór.
Og ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, legði ígjár trýst á fyri at fáa semju um avtaluna.
- Nú kunnu vit síggja málið. Latið okkum gera arbeiðið liðugt. Heimurin eygleiðir okkum. Miljónir av menniskjum er bundin av tykkara klókskapi, segði ST-aðarskrivarin í eini inniligari áheitan á fundarluttakararnar, teir síðstu tímarnar áðrenn avtalan varð samtykt.
Stóð nógv á
Tað stóð nógv á, og í nakrar tímar ígjár stóð í botni, tí Nikaragua, Turkaland og Ukraina vildu ikki verða við í søguliga avtaluni, og fundurin varð slitin.
Hálvan-annan tíma seinni varð fundurin uppafturtikin, og stutt eftir var avtalan veruleiki.
Umhvørvisfelagsskapin fegnast um avtaluna, sum ikki bert vil avmarka at hitin á jørðini hækkara meria enn tvey stig, men at hon eisini nevnir málið "í mesta lagi hálvt-annað stig".
Hinvegins finnast tey at, at einki stendur um, hvussu heimsins lond skulu náa málunum, sum tey júst hava lovað at miða eftir.