Sigur seg hava eina hydrogenbumbu

Sigur seg hava eina hydrogenbumbu
Norðurkoreiski leiðarin sigur, landið hevur eina hydrogenbumbu, ið er vandamiklari enn kjarnorkuvápn. Serfrøðingar ivast í, um uppáhaldið er satt
Norðurkorea hevur eina hydrogenbumbu á goymslu, segði Kim Jong-un, leiðari í landinum, tá hann var á vitjan í eini hernaðarstøð herfyri
 
10.12.2015 - 14:08

Sambært almennu tíðindastovuni í Norðurkorea, KCNA, hevur Kim Jong-un, tá hann var á vitjan á søguligari hernaðarstøð, tilsipað, at hann hevur vandamikil vápn á goymlu.

Kim Jong-un nevndi, at Norðurkorea longu er eitt valdsmikið kjarnorkuland, sum er tilreiðar at skjóta eina kjarnorkubumbu og eina hydrogenbumbu fyri at verja landsins støðu, skrivar KCNA í dag.

Vandamiklari enn kjarnorkubumbur

Norðurkorea hevur fyrr gjørt royndir við trimum kjarnorkubumbum. Men tað er munandi størri bumbutilfeingi, um landið eisini hevur ment eina hydrogenbumbu.

Hydrogenbumbur eru bygdar á ketureaktión, sum stendst av samanbræðing, fusión, og tað skapar uppaftur ógvisligari spreinging enn kjarnorkuvápn, sum eru bygdar á kloyving, fissión.

Fyrr hevur Noðurkorea sagt seg hava størri og máttmiklari vápn enn kjarnokurvápn, men hetta er helst fyrstu ferð, at Kim Jung-un beinleiðis hevur sipað til hydrogenbumbur.

Serfrøðingar ilt við at trúgva Norðurkorea

Men altjóða samfelagið og serfrøðingar hava fyrr kveistrað burtur uppáhaldið um nýggj og máttmikil vápn og sagt tíðindi at verða óálítandi.

Í september ávaraði Institutt fyri gransking og Altjóða trygd í Washington um, at myndir frá fylgisveinum hava víst nýggjar bygningar nærindis einum kendum norðurkoreiskum kjarnorkuverki.

Tað bendir, sambært felagsskapinum, á, at talan er um nýtt hús, har týðandi nýggir lutir til hydrogenbumbu kunnu verða framleiddir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109