Oljuprísurin lækkar meir

Oljuprísurin lækkar meir
Nú er líkt til, at prísurin fyri eina oljutunnu er fallin til undir 40 dollarar fyri tunnuna, meir enn ein dollara minni enn seinnapartin í gjár
Oljuprísurin lækkar aftur í morgun, at byrja við varð olja úr Norðsjónum seld fyri góðar 40 dollarar fyri tunnuna
 
09.12.2015 - 10:08

Oljuprísurin lækkar aftur í morgun, at byrja við varð olja úr Norðsjónum seld fyri góðar 40 dollarar fyri tunnuna, men nú er líkt til, at prísurin er fallin til undir 40 dollarar fyri tunnuna, meir enn ein dollara minni enn seinnapartin í gjár.

Amerikanska skiferoljan verður seld fyri 38,3 dollarar fyri tunnuna, og tað er nakað minni enn í gjár. Tað er framvegis Saudiarabia sum selur nógva olju, tí landið ynskir at trýsta bíligu skiferoljuna hjá USA og Ruslandi av marknaðinum.

SÍ EISINI Ósemja fær oljuprísin at lækka

Tað er ríkiligt av olju á marknaðinum. Tí tosa serfrøðingar nú um, at oljuprísurin kann lækka niður í 32 til 34 dollarar fyri tunnuna, áðrenn londini verða noydd at seta tiltøk í verk, fyri at fáa prísin upp.

Lækkandi oljuprísurin kemur væl við hjá heimsbúskapinum, og tí fer lági oljuprísurin sum frálíður at betra um búskaparstøðuna í heiminum, siga serfrøðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109