Rognkelsi bóru ikki virus

Rognkelsi bóru ikki virus
Rognkelsini, sum alibrúk í Føroyum keyptu úr Íslandi, bóru ikki VHS virusið við sær til Føroya, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan
Heilsufrøðiliga starvsstovan tók 195 sýni av rognkelsunum í alibrúkunum, og kannaðu tey á tveir ymiskar mátar. Øll úrslitini eru negativ
 
08.12.2015 - 09:28

Heilsufrøðiliga starvsstovan tók 195 sýni av rognkelsunum í alibrúkunum, og kannaðu tey á tveir ymiskar mátar. Øll úrslitini eru negativ, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Síðst í oktober varð VHS virus staðfest hjá rognkelsum í einari íslendskari alistøð, sum seldi alibrúkum í Føroyum rognkelsi. Rognkelsi verða brúkt til at taka laksalús.

Herda eftirlitið steðgað

VHS virus elvir til ringa fiskasjúku. Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at herda eftirlitið við VHS hjá rognkelsum í alibrúki er nú steðgað.

Mett verður, at VHS smitta ikki er í hesum rognkelsum, sum komu úr Íslandi. Harafturat tóku tey í Íslandi sýni av øllum foreldrafiskunum at rognkelsunum, sum fóru til Føroya, áðrenn tey vórðu strokin.

Eisini hesi sýni vóru negativ fyri VHS virus. Og rognkelsi, sum høvdu VHS virus, og rogn og yngul, sum fóru til Føroya, vóru atskild.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389