Óvist hvussu verður við aliringinum

Óvist hvussu verður við aliringinum
Enn ber ikki til at siga, hvussu stóran skaða aliringurin hjá Marine Harvest á Sandsvág fekk í illveðrinum leygardagin
Aliringurin, Marine Harvest hevur á Sandsvág, fekk skaða leygardagin. Enn ber ikki til at siga, hvussu stóran skaða aliringurin hevur fingið
Mynd: vp.fo  
 
08.12.2015 - 10:40

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Føroyar, sigur, at teir vóru hjá ringinum bæði sunnudagin og í gjár, men enn ber ikki til at siga, hvussu stórur skaðin er, ella hví skaðin hendi.

Teir fara aftur til ringin nú í dag. Ætlanin er at royna at sleipa hann til lands fyri at kanna hann. Hans Jákup Mikkelsen sigur, at ringurin er ongan veg farin, men hann hevur fingið skaða.

Ikki ber til at siga enn, hvussu støðan er hjá nótini. Eingin fiskur var í ringinum. Aliringurin liggur á Sandsvág, tí Marine Harvest kannar, um til ber at ala á Sandsvág, tí har har er harført, serliga vesturættin er trá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389