Hotel til flóttafólk brent í grund

Hotel til flóttafólk brent í grund
Gistingarhúsið Hotel Lune Huler, sum liggur í norska býnum Lindås, skuldi eftir ætlan brúkast til at hýsa umleið 40 flóttafólkum
Mynd: Mynd: NRK  
 
06.12.2015 - 12:09

Norska løgreglan vil enn ikki gera nakrar niðurstøður, eftir at eitt gistingarhús í nátt brendi í grund. 

Gistingarhúsið Hotel Lune Huler, sum liggur í norska býnum Lindås, skuldi eftir ætlan brúkast til at hýsa okkurt um 40 flóttafólkum, í høvuðsheitum fólki undir 18 ár, sum koma til Norra um ársskiftið.

Fríggjadagin gjørdist tað alment, at júst hetta gistingarhúsið skuldi brúkast at hýsa flóttafólkunum næstu trý árini.

- Enn er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu um orsøkina. Men skuldi tað víst seg, at eldurin er ásettur, so er støðan sera álvarsom, sigur Arve Samsonsen, átaksleiðari hjá norsku løgregluni á staðnum.

Sambært Arve Samsonsen skulu fleiri avhoyringar gerast seinni ídag.

Løgreglan kannar framvegis, um eldurin varð ásettur, og í morgun verður leitað í økinum við servandum hundum.

Ein ókendur bilur er sæddur í økinum um tað mundið, tá eldurin kyknaði. Norska løgreglan hevur í nátt steðgað og kannað eina røð av bilum í økinum.

Gistingarhúsið í Lindås brendi í grund. Tvey fólk vóru inni, tá eldur kom í, men tey sluppu út í øllum góðum.

Borgarstjórin í Lindås harmast tilburðin.

-Tað er ófatuliga harmiligt at vera vitni til slíkt, sigur Astrid A. Byrknes við NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109