Talan kann vera um yvirgang

Talan kann vera um yvirgang
Amerikanski forsetin, Barack Obama, vísir ikki aftur, at blóðbaðið í kalifornska býnum, San Bernardino, har 14 fólk blivu dripin, kann vera yvirgang
Amerikanski forsetin, Barack Obama, vísir ikki aftur, at talan kann vera um yvirgang, tá 14 fólk vórðu dripin í Kalifornia mikukvøldið
Mynd: AP  
 
04.12.2015 - 08:04

- Tað er møguligt, at hetta er yvirgangur, men vit vita tað ikki enn, sigur amerikanski forsetin, Barack Obama, í eini fráboðan úr Hvítu Húsunum.

Sambært útlendskum miðlum var eitt muslimskt par, Syed Rizwan Farook og Tash-feen Malik, sum framdu álopið á starvsfólk, sum vóru til veitslu á einum arbeiðsplássi í San Bernardino.

Tey skutu 14 fólk til deyðis og særdu 17. Enn er ikki greitt, hvørja ætlan - hvat motiv - sum parið hevði at myrða øll hesi fólkini. tey hava ikki áður verið í samband við politiið og tey vóru heldur ikki á nøkrum lista yvir sonevndar radikaliseraðar persónar.

SÍ EISINI 14 fólk myrd í Kalifornia

Reuters skrivar, at parið beint frammanundan høvdu verið hjá mammu Farouk við seks mánaðir gamla pinkubarni teirra og sagt, at tað skuldi til lækna.

Stutt eftir lupu Farouk og malik á hølini, har starvsfólkini vóu savnað til veitslu og skutu frá hond. Miðlar skriva í morgun, at politiið seinni hevur funnið fleiri vápn við hús hjá parinum.

Amerikanski forsetin hevur givið boð um, at allir stjórnarbygningar, sendistovur og hernaðarligur bygningar skulu flagga í hálvari stong at minnast offrini í álopinum í san Bernhardino.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109