14 fólk myrd í Kalifornia

14 fólk myrd í Kalifornia
Tað er framvegis ógreitt, hví tvey fólk trokaðu seg inn á eina heilsumiðstøð í býnum San Bernardino í Kalifornia í gjár og skutu 14 fólk
Ein kvinna og ein maður myrdu 14 og særdu 17 fólk í San Bernardino í Kalifornia í gjár. Gerningsfólkini doyðu eftir skotbardaga
Mynd: AP  
 
03.12.2015 - 09:27

Fólkini, ein maður og eina kvinna, flýddu í einum bili, sum løgreglan jagstraði. Tað endaði við skotbardaga, og gerningsfólkini doyðu.

Maðurin er eyðmerktur, og hann hevur starvast hjá heilsumyndugleikunum. Gitt verður, at talan er um eina hevndaratsókn.

Greinin heldur fram niðanfyri

Eisini verður nevnt, at talan kann vera um yvirgang. 14 fólk doyðu og 17 vórðu særd, tá fólkini trokaðu seg inn á miðstøðina við tungum vápnum.

Í fyrstu atløgu vildi løgreglan vera við, at bara ein gerningsmaður var, men nú verður sagt, at kanska vóru tað tríggir.

Løgreglan hevur tikið ein persón aftrat, men tað er ikki greitt, um hann var uppi i atsóknini í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109