Eldru veljararnir fara at atkvøða »ja«

Eldru veljararnir fara at atkvøða »ja«
Tað verða teir eldru veljararnir, sum fara at atkvøða fyri at taka rættarfyrivarnini, sum Danmark hevur í ES, av á fólkaatkvøðuni í morgin
39 prosent av teimum, sum eru 56 ár og eldri, siga, at tey fara at atkvøða fyri at taka rættarfyrivarni, sum Danmark hevur í ES, av á fólkaatkvøðuni hósdagin, vísir ein veljarakanning, danska kringvarpið hevur gjørt
 
02.12.2015 - 17:13

39 prosent av teimum, sum eru 56 ár og eldri, siga, at tey fara at atkvøða fyri, vísir ein veljarakanning, sum danska kringvarpið hevur latið gera.

Tey ungu í aldursbólkinum 18-34 ár eru ímóti. Sambært kanningini svara 38 prosent av teimum spurdu í hesum aldursbólki, at tey fara at atkvøða nei.

Bara 23 prosent fara at atkvøða fyri. Av teimum, sum eru í aldursbólkinum 35-55 ár, eru 33 prosent fyri, og 39 prosent eru ímóti.

Minnast ES sum ein felagsskap við trupulleikum

Derek Beach, lektari á stovninum fyri statskunnleika á lærda háskúlanum í Aarhus, sigur, at orsøkin til, at tey ungu ikki taka undir við at avtaka rættarfyrivarnini, er, at ES er so nógv broytt seinastu árini.

Eldra ættarliðið minnist, at limaskapurin í ES snúði seg um heimamarknað, og at alt skuldi gerast meiri smidligt.

Tey ungu harafturímóti minnast ES sum ein felagsskap við nógvum trupulleikum, eitt nú tá ið ræður um evruna og flóttafólk, sigur Derek Beach við danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109