Flogskiparar kunnu ábyrgjast fyri flogvanlukku

Flogskiparar kunnu ábyrgjast fyri flogvanlukku
Mistøk hjá flogskiparunum og tekniskir feilir gjørdu, at eitt flogfar hjá Air Asia datt niður millum jólanna í Java-havinum í fjør
162 fólk lótu lív, tá eitt flogfar hjá Air Asia datt niður í Java-havinum 28. desember í fjør. Mistøk hjá flogskiparunum og tekniskir feilir vóru orsøk til vanlukkuna, staðfestir frágreiðing
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
02.12.2015 - 09:07

Tað vóru mistøk hjá flogskiparunum og tekniskir trupulleikar við flogfarinum, sum 28. desember í fjør fingu eitt flogfar hjá Air Asia at detta niður, tá tað var á veg úr Surabaya í Indonesia til Singapore.

162 fólk vóru við flogfarinum, og eingin kom frá hendingini á lívi. Frágreiðingin um hendingina varð almannakunngjørd í gjár.

Skipanir gjørdu vart við brek frammanundan

Tað vóru fleiri trupulleikar við útgerðini, og tá flogskipararnir høvdu fingið fleiri fráboðanir um tekniskt brek, tóku teir avgerð um at sláa automatisku stýringina frá, meðan teir ætlaðu at umvæla trupulleikarnar.

Men tað var lættari sagt enn gjørt, tí trupulleikar vóru við fleiri loddingum, hava kanningar víst. Handfaringin av støðuni var ikki nóg góð, og tað hevði við sær, at flogfarið datt niður, stendur í frágreiðingini.

Eftirlitið við flogførum í Indonesia er somikið vánaligt, at ES hevur noktað fleiri flogfeløgunum at flúgva til Evropa.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109