- Tíðindi, mentan og ítróttur
Moska við flagtekju
Arkitektarnir Gunnlaugur Stefán Baldursson og Pia Backmann vunnu kappingina.
Teirra uppskot er, at bygningurin verður 8,5 metrar høgur við 18,5 metrar høgum torni, og bygningurin skal hava flagtak. Bygningurin verður 640 fermetrar stórur og í tveimum hæddum. Endamálið við útsjóndini er at sameina íslendskan byggisið við muslimska.
Í 2013 avgjørdi býráðið í Reykjavík at geva Muslimska felagsskapinum øki at byggja á í Sogamýru. Nógv hava funnist at avgerðini, tí tey stúra fyri, at moskan gerast grundarlag fyri islam-radikalisering, og at hon fer at gera óbøtandi broyting í býarmyndini í Reykjavík og í íslendska samfelagnum.
Skelkaður forseti
Og nú leikar aftur hart á í kjakinum, eftir at íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, boðaði frá at hann var skelkaður av at frætta, at stjónin í Saudi-Arabia fer at stuðla byggingini við einari miljón dollarum.
Inn komu 63 uppskot til nýggja mosku í Reykjavík.