- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara nú at royna at steðga flóttafólkastreyminum
Afturfyri fær Turkaland í fyrstu syftu góðar 22 milliardir kr., og ES hevur eisini givið lyfti um, at farast skal undir aftur samráðingarnar við Turkaland um limaskap í ES.
Stígur hevur verið í teimum samráðingunum í fleiri ár. Forsetin í ES, Donald Tusk sigur, at talan er ikki um at útlisitera flóttafólkakreppuna, men í sama andadrátti segði hann, at ES væntar, at streymurin av flóttafólkum fer at minka.
ES og Turkaland hava í eina tíð samráðst um flóttafólkini, tí yvir tvær milliónir flóttafólk eru í Turkalandi, og roknast kann við, at nógv av teimum fara at seta kós ímóti Europa tá várið nærkast.
Tí skal ES rinda Turkalandi pengar, so flóttafólkini verða verandi í Turkalandi til tey sleppa heim aftur til Sýria.