Russland setur revsitiltøk í verk móti Turkalandi

Russland setur revsitiltøk í verk móti Turkalandi
Russiski forsetin, Vladimir Putin, gav í gjár boð um at at seta serlig búskaparlig revsitiltøk í verk móti Turkalandi. Tað skriva ritzau og reuters
Hesir ávara fólk um at ferðast millum Turkaland og Russland
Mynd: www.propertyturkey.com  
 
29.11.2015 - 10:15

Millum annað er forboð sett móti at innflyta ávísar turkiskar vørur til Russlands. Eisini hava fleiri russiskar fyritøkur fingið boð um at avmarkað talið á turkiskum starvsfólkum. Haruframt eru boðini frá russiska forsetanum, at russiskar ferðaskrivstovur ikki skulu selja ferðir til Turkalands.

Boðini koma eftir, at forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, í sjónvarpsrøðu fríggjadagin millum annað segði, at hann ynskti, at russiska stríðsflogarið ikki varð skotið niður, og at hann vónaði, at tað ikki hendi aftur. Hann vildi tó ikki koma við nakrari umbering fyri at hava skotið nakað russisk flogfar niður. Erdogan hevur sagt, at tað eru russar, sum skulu biðja um umbering fyri at hava flogið inn í turkiskt loftrúm. Turkiski forsetin ávaraði eisini leiðsluna í russlandi móti at "spæla við eld", sum tikiið varð til.

Turkaland ávarar sínar borgarar móti at ferðast til Russland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109