- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mótmæla COP 21 í París
Ætlanin var at skipa fyri mótmælisgongu móti veðurlagsráðstevnuni, men av trygdarávum, var mótmælisgongan avlýst. í hesum ótryggu døgum, hevur franska stjørnin bannað at savnast í størri mannamúgvum.
Hóast hetta forboð, savnaðust í dag fleiri túsund mótmælisfólk á Place de la Republique, at mótmæla veðurlagsráðstevnuni. Mótmælisfólkini tóku i hondina hvør á øðrum og gjørdu eina fólkaketu á sama stað, har ætlanin var at hava friðargonguna, skrivar tíðindastova NTB.
Franska løgreglan hevur í dag nýtt táragass fyri at fólk at gevsast við mótmælisgonguni, og fyri at hava tamarhald á støðuni og hava sum sagt handtikið 100 mótmælisfólk.
Um vikuskiftið hava fólk sett skógar út á gøtuna. Hetta sum mótmæli, at friðargongan varð avlýst orsaka av yvirgangsatsóknini fyri 14 døgum síðan.