Japanar aftur at veiða stórhval í Suðurhøvum

Japanar aftur at veiða stórhval í Suðurhøvum
Hóast bann frá altjóða rættinum í Haag, so ætlar Japan at loyva stórhvalaveiðu í Suðurhøvum aftur komandi ár
 
28.11.2015 - 09:39

 Japanar hava ikki veitt stórhval í Suðurhøvum seinasta árið, men fyrst í komandi ári ætla teir sær aftur at fara undir tað, japanar kalla vísindaliga veiðu. Tað veit BBC at fortelja.

Altjóða rætturin í Haag hevur bannað japanum at veiða stórhval, men japanar siga seg hava tikið dómin til eftirtektar og hava minkað kvotuna av hvalum, teir ætla sær at veiða. 

Tað er serliga sildreka, japanar veiða og kvotan komandi árini er set ttil 333 sildrekar. 
Australska stjórnin reisti málið í altjóða rættinum í Haag og vann.  Og australska stjórnin mótmælir nú eisini ætlanini hjá Japan at loyva vísindaligari veiðu aftur. 

Greg Hunt, umhvørvismálaráðharri í Australia við BBC, at Australia ikki kann góðtaka nakra grundgeving fyri at veiða hval í suðurhøvum.

Sea Shepherd hevur brúkt nógv orku at stríðast móti japansku hvalaveiðuni seinnu árini, áðrenn fokus hjá felagsskapinum var vent móti Føroyum. Enn er tó ógreitt, um ætlaða japanska hvalaveiðan fær týdning fyri átakið hjá Sea Shepherd móti føroyska grindadrápinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109