- Tíðindi, mentan og ítróttur
1000 fólk vend við markið
Tað skrivar AFP tíðindastovan.
Frakland hevur hert eftirlitið við markið, síðan yvirgangsálopini 13 november.
Vandi var fyri, at tey kundu vera ein hóttan fyri trygdina og lóg og landaskil, sigur franski uttanríkisráðharrin, Bernard Cazeneuve, við AFP.
Markna-eftirlitið er eisini hert, tí COP21 fundurin byrjar í París mánadagin. Tá fara heimsins leiðara at tosa um verðurlagsbroytingar.
Men herda eftirlitið skal eisini tryggja Frakland sum heild, eftir yvirgangsálopini. Frakland varð lýst í undantaksstøðu eftir álopini.
15.000 løgregludeildir afturat eru settar at hava eftirlit við markinum. Innanríkisráðharrin sigur, at Frakland fer at hava hert eftirlit, so leingi mett verður, at vandin fyri yvirgangsatsóknum er stórur.
130 fólk lótu lív í álopunum í París.