Russland flytur rakettir til Sýria eftir álop

Russland flytur rakettir til Sýria eftir álop
Russland er farið at flyta rakettir til støðir sínar í Sýria eftir at eitt hernaðarflogfar hjá Russlandi varð skotið niður týsdagin
Russland er farið at flyta rakettir til støðir sínar í Sýria. Stigið verður tikið í kjalarvørrinum av hendingini í gjár, tá turkisk stríðsflogfør skutu eitt russiskt flogfar niður
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
25.11.2015 - 17:15

Stigið verður tikið í kjalarvørrinum av hendingini í gjár, tá turkisk stríðsflogfør skutu eitt russiskt flogfar niður, tí tað - sambært turkiskum myndugleikum - gjørdi seg inn á turkist loftrúm.

Vladimir Putin, forseti, hevur sagt, hann kennir seg sviknan av turkum, og at niðurskjótingin fer at fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum bæði londini.

SÍ EISINI Sí upptøkuna: Russiskt flogfar skotið niður

Turkaland og Russland eru í hvør sínum parti í krígnum í Sýria. Putin styðjar sýriska forsetan, Assad, og Turkaland styðjar uppreistrarmenninar, sum berjast móti Assad-stýrinum.

Tí hevur russiski forsetin gjørt av at senda rakettir til Latakia í Sýria til tess at vísa Turkalandi, at Russland er sterkt hernaðarliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109