Sí upptøkuna: Russiskt flogfar skotið niður

Sí upptøkuna: Russiskt flogfar skotið niður
Turkaland hevur skotið eitt russiskt hernaðarflogfar niður á markinum ímillum Turkaland og Sýria, sambært útlendskum fjølmiðlum
Myndugleikarnir í Ruslandi hava váttað, at talan var um eitt russiskt flogfar, ið varð skotið niður á markinum millum Turkaland og Sýria
Mynd: Skíggjamynd/Anadolu Agency á Twitter  
 
24.11.2015 - 10:01

Myndugleikarnir í Ruslandi hava váttað, at talan var um eitt russiskt flogfar. Russisku myndugleikarnir siga, at flogfarið var í sýriskum loftrúmi, tá tað varð skotið niður, og at tað vóru herfólk á jørðini sum skutu flogfarið niður.

Turkland sigur, at tvey turkisk flogfør ávarðu russiska flogfarið fleiri ferðir, tí tað var í turkiskum loftrúmi. Turkiska tíðindastovan, Anadolu, skrivar, at flogskipararnir vórðu sæddir í fallskýggja, eftir at flogfarið varð skotið niður.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Russian helicopters are searching for pilots after warplane shot down by Turkey over Syria http://bbc.in/1TbQUdQ

Posted by BBC News on 24. November 2015

Turkmenar í økinum skulu hava funnið annan flogskiparan, og leitað verður eftir hinum. Restirnar av flogfarinum duttu niður í eina tjaldlegu á markinum.

Reuters skrivar, at turkiski forsætisráðharrin hevur givið uttanríkisráðnum boð um at tosa við NATO og ST um tað sum fer fram á markinum ímillum Rurkaland og Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109