Svøríki herðir flóttafólkapolitikkin

Svøríki herðir flóttafólkapolitikkin
Svensku myndugleikarnir fara at herða flóttafólkapolitikkin. Rætturin til familjusameining verður avmarkaður, segði forsætisraðharrin á tíðindafundi
8.000 flóttafólk eru komin til Svøríkis seinastu vikuna, sambært einum svenskum blaði. Nú herðir landið flóttafólkapolitikkin, sigur svenski forsætisráðharrin
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
24.11.2015 - 18:16

- Vit skulu hava ein menniskjaligan flóttafólkapolitikk, men síðani í summar er flóttafólkastreymurin vaksin so nógv, at neyðugt er at seta tiltøk í verk, sigur svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven.

Stefan Löfven vónar, at nýggju reglurnar koma í gildi í seinasta lagi í apríl næsta ár. Sambært Aftonbladet eru 8.000 flóttafólk komin til Svøríkis seinastu vikuna.

Umleið ein fjórðingur er ung undir lógaraldur, sum ikki ikki fylgdust við øðrum. Stjórnin ætlar at seta eina skipan í verk um fyribils uppihaldsloyvi til øll, tó ikki kvotuflóttafólk.

Børn og familjur, sum eru skrásett, áðrenn nýggju reglurnar koma í gildi, verða undantikin. Størri eftirlit skal skipast í almennu samferðsluni í Svøríki, og sambært Expressen merkir tað, at nógv fólk skulu setast til eftirlitsarbeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109