Fleiri migrantar avlívaðir

Fleiri migrantar avlívaðir
Minst fimm fólk, sum vóru á veg úr Sudan til Ísrael, eru funnin myrd í Norðursinai. Fleiri onnur vórðu eisini særd
Í minsta lagi fimm fólk, ið vóru á veg úr Sudan til Ísrael, eru funnin myrd í Norðursinai
Mynd: Reuters  
 
23.11.2015 - 16:13

Tað er ikki greitt, hvør hevur gjørt av við fólkini, men víðgongdir islamistar halda til í økinum. Haraftrat eru 11 fólk funnin særd á somu leið, upplýsa myndugleikarnir.

Egyptaland hevur síðani í 2013 roynt at niðurberja ein islamskan uppreistur í norðrara parti av Sinai-hálvoynni, sum víðgongd fólk, við tilknýti til Islamskan Stat, skipa fyri.

Greinin heldur fram niðanfyri

15. november vóru 15 aðrir afrikanarar funnir skotnir á somu leið, tætt við ísraelska markið. Egyptiska løgreglan skjeyt frá 2009 til 2011 javnan fólk, sum royndu at fara um markið til Ísrael.

Í norðrara partinum av Sinai-hálvoynni hava verið nógvir bardagar síðani egyptiski herurin fyri tveimum árum síðani koyrdi Mohamed Mursi, forseta frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109