IS hóttir friðin og trygdina í heimum

IS hóttir friðin og trygdina í heimum
IS er ein altjóða hóttan ímóti friði og trygd í heiminum. Tað staðfestir Trygdarráðið hjá ST einmælt í eini samtykt
 
21.11.2015 - 10:18

Samstundis finst ST hvassliga at felagsskapinum. Londini í Trygdarráðnum hjá ST heita á øll onnur lond, sum kunnu, um at stuðla bardaganum móti Islamskum Stati, og at økja um fyribyrgjandi arbeiðið, sum skal steðga møguligum nýggjum álopum frá IS. Í samtyktini stendur millum annað, at "IS er ein altjóða hóttan av slíkum slagi, sum vit ikki hava sæð áður". 

Tað er Frakland, sum hevur tikið stig til samtyktina, sum kemur í kjalarvørrinum av yvirgangsálopunum í París fríggjakvøldið 13. november. Í samtyktini stendur eisini, at mælt verður øllum limalondunum til at brúka tvífalt so nógva orku í fyribyrgjandi arbeiðinum at steðga yvirgangsatsóknunm, ið bólkar sum IS og Al Qaeda kunnu hugsast at gera.

Sambært tíðindastovuni AFP vil franski uttanríkisráðharrin, Laurent Fabius, vera við, at nýggja samtyktin staðfestir, at viljin í Trygdarráðnum hjá ST at taka dystin upp við IS, er munandi størri, enn hann hevur verið.

- Tað, sum nú umræður, er at londini hvør í sínum lagi taka ábyrgd í hesum stríðnum, sigur franski uttanríkisráðharrin við AFP. 

Longu áðrenn álopinini í franska høvuðsstaðnum fyri átta døgum síðani, hevði Frakland avgjørt at senda hangarskipið, ella flogberan, Charles de Gaulle til Miðjarahavið, sum eitt tiltak í stríðnum móti IS - og síðani álopini í París hevur Frakland svarað aftur við fleiri loftálopum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109