Ráðharrar umrøða hert eftirlit

Ráðharrar umrøða hert eftirlit
Innanríkis- og løgmálaráðharrarnir í ES londunum eru í skundi kallaðir saman í Brússel í dag, at umrøða harðari eftiirlit á markunum
Ráðharrar í ES londunum koma í dag saman á fundi at umrøða hert eftirlit á markunum millum londini í evropeiska samveldinum
 
20.11.2015 - 10:37

Betri eftirlit skal vera við fólki sum koma til ES londini. Samstundis skulu londini leggja størri dent á at upplýsa hvørt annað, um ivamál stinga seg upp.

Ráðharrarnir skulu taka avgerð um at økja trygdina tá fólk koma inn í Schengen-økið, eisini tá talan er um borgarar í ES londunum. Tað vil siga at frælsi rætturin til at ferðast í Schengen-økinum verður skerdur.

Tað hevur við sær, at borgarar í ES londunum skulu vísa pass, tá tey ferðast í Schengen-økinum, og er nakar ivi, so skulu tey eisini kunna kannast ígjøgnum teldu.

Europeiska løgreglan, Europol, skal eisini senda fólk til økini, har neyðugt er við serliga strongum eftirliti, tað er har sum flest flóttafólk og tilflytarar koma til samveldið. Ætlanin er at skráseta øll sum ferðast við flogfari til ella út ES, og fólk sum ferðast í samveldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109