Fólk burturflutt úr farstøð í Kastrup

Fólk burturflutt úr farstøð í Kastrup
Ferðafólk, sum vóru í farstøð 3 í floghavnini í Kastrup, eru flutt burtur, eftir at ein ókend taska varð funnin um middagsleitið
Øll ferðafólkini í farstøð 3 í Kastrup vóru um middagsleitið flutt burtur, tá ein ókend taska varð funnin í floghavnini
 
18.11.2015 - 12:13

Tað er órógv í Europa eftir atsóknirnar í Paris fríggjakvøldið. Um middagsleitið boðaði floghavnin í Kastrup frá, at fólk vóru biðin um at fara úr einum av terminalunum, tí ein ókend taska varð funnin.

Danska løgreglan váttaði fyri donskum fjølmiðlum, at løgreglufólk vóru á veg til terminalin. Ferðafólk sum vóru í terminali 2, vórðu flutt í terminal 3, upplýsir floghavnin.

Samstundis varð gjørt greitt, at Metroin ikki koyrir ferðafólk til Kastrup í løtuni, tí steðgiplássið er við terminal 3, har sum taskan varð funnin.

Dagført 14:22: Terminal 3 í Kastrup lufthavn er opin aftur, boðaði løgreglan frá fyri løtu síðani. Talan var ikki um eina bumbu, sigur løgreglan sambært dr.dk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109